Tveir grinda-mótmælarar sita í geglinum

Tveir mans vórðu í gjárkvøldið handtiknir fyri brot á grindalógina

Løgreglan tók í gjárkvøldið tveir grinda-mótmælarar, sum blandaðu seg upp í drápið av springarum í Hvalvík. Teir hildu seg ikki uttan fyri girðingarnar, og gingu á sjónum uppi í drápinum.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at teir eru handtiknir fyri ikki at halda tey boð, sum sýslumaðurin hevði givið. Nú verður arbeitt við skuldsetingini ímóti teimum, sum væntandi verður ein bót.

Í grindini í Sandagerði í Havn var eingin fráboðan um nakran, sum legði seg út í drápið. Men staðfest var, at einar tvær ella tríggjar dronur flugu uppi yvir drápinum. Men tær vóru tó skjótt burturaftur, so tað eydnaðist ikki at finna útav, hvør stýrdi teimum.

Í springaradrápinum í Skálafirði var einki frætt um nakran, sum órógvaði springaradrápið.

Seðlarnir frá grindini í Havn koma út klokkan 9, hevur Tórshavnar kommuna boðað frá.