Tvey føroysk met til liðini hjá Ægir

Nú FM er á langgeil í Gundadali í Havn um vikuskiftið eru tvey føroysk met sett.

 

Fríggjakvøldið setti Ægir føroyskt met í 4x100 frí fyri mix lið við tíðini 3:50.32. T

 

ey,  sum mannaðu liðið vóru Jóhanna Ólavsdóttir, Lea Osberg Højsted, Heini Mohr Askham  og Líggjas Joensen. Gamla metið var 3:53.85.

 

Leygarkvøldið gjørdi liðið hjá Ægir aftur bart og setti føroyskt met í 4x200 frí hjá monnum við tíðini 7:56,18. Hetta metið átti Ægir frammanundin, sum varð sett í april við tíðini 8:01,44. Teir, ið mannaðu liðið vóru Tórir Olsen, Heini Morh Askham, Fróði Hansen og Liggjas Joensen. Hjartaliga til lukku til bæði liðini hjá Ægir við føroysku metunum.

 

##med2##