U19 kvinnurnar vunnu eisini annan dystin í undankappingini

Føroysku U19-kvinnurnar liggja nú væl fyri at vinna sín bólk í Ligu B

Føroyska U19-kvinnulandsliðið í fótbólti tekur í hesum døgum lut í undankapping í Ligu B í Moldova.

 

Føroysku kvinnurnar løgdu hart út við 7-0 stórsigri á Moldova, og fyrr í dag vunnu tær annan dystin í bólkinum.

 

Føroyar vunnu í dag 2-0 á Kýpros. Brá Zachariasardóttir legði Føroyar á odda í 11. minutti, og tá 11 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki økti Eydna Dalheim til 2-0,

 

Føroyar eru fremst í bólki 2 við seks stigum. Estland er nummar tvey, somuleiðis við seks stigum. Føroyar hava tó málmunin 9-0, meðan Estland hevur málmunin 5-1. Kýpros og Moldova hava einki stig. 

 

Tí kunnu føroysku U19-kvinnurnar við javnleiki móti Estlandi tryggja sær bólkasigurin.

 

Bólkafinalan móti Estlandi verður leikt mánamorgunin klokkan 11. Megna Føroyar at fáa stig skulu okkara kappast í Ligu A.