USA hevur lopið á fleiri mál í Iran um vikuskiftið

Amerikanski herurin hevur um vikuskiftið framt fleiri álop á hernaðarmál í Iran. Sambært amerikanarum vórðu álopini framd sum sjálvverja eftir tað, sum USA lýsir sum iranskar atsóknir.

Amerikanska herleiðslan sigur, at fleiri álop vórðu framd í Iran um vikuskiftið sum svar upp á iranskar atsóknir. (Savnsmynd: US Air Force/Reuters)

Í eini fráboðan á sosiala miðlinum X sigur Centcom, at amerikonsk stríðsflogfør leygardagin og sunnudagin bumbaðu mál í býnum Goruk og á oynni Qeshm.

Sambært USA vóru álopini svar upp á, at Iran hevði skotið niður eina amerikanska MQ-1 dronu, sum sambært amerikanarum var í altjóða øki.

– Amerikonsku flogførini reageraðu skjótt og oyðiløgdu iranskar loftverjuskipanir, eina eftirlitsstøð og tvær stríðsdronur, sum vóru ein hóttan móti skipum í økinum, sigur Centcom.

USA upplýsir, at eingir amerikanskir hermenn fingu skaða undir átøkunum.

Samtíðis boðar iranska kollveltingarhirðin frá, at hon hevur framt álop á eina flogstøð, sum sambært iranskum miðlum hevur verið brúkt í sambandi við amerikansk álop á iranskt øki.

Sambært AFP er enn ógreitt, hvar flogstøðin liggur, hvør eigur hana, og nær álopið varð framt.

Tíðliga mánamorgunin boðaði eisini kuwaitska verjan frá, at loftverjan hevði tikið ímóti tí, sum varð lýst sum fíggindalig rakett- og dronuálop. Loftávaringar vóru í fleiri pørtum av landinum.

Enn er óvist, hvør stendur aftan fyri hesi álopini.

Spenningurin í økinum er framvegis stórur, hóast USA og Iran gjørdu eina fyribils vápnahvíld í apríl eftir fleiri vikur við álopum og mótálopum.

Seinastu vikurnar hava londini samráðst um eina møguliga avtalu, sum skal enda stríðið. Men samráðingarnar eru truplar, tí USA krevur, at Iran tekur síni kjarnorkuverk niður og gevst við at goyma uran. Iran vísir aftur, at kjarnorkuskráin hevur hernaðarlig endamál.

 

Amerikanska herleiðslan sigur, at fleiri álop vórðu framd í Iran um vikuskiftið sum svar upp á iranskar atsóknir. (Savnsmynd: US Air Force/Reuters)