Russlands forseti, Vladimir Putin, hevði í gjárkvøldið fund við amerikonsku serligu sendimenninar Steve Witkoff og Jared Kushner í Moskva.
Fundurin vardi í umleið tríggjar tímar, og bæði russiska og amerikanska síðan lýsa samrøðurnar sum positivar.
Jurij Usjakov, ráðgevi hjá russiska forsetanum, sigur sambært Reuters, at samrøðurnar vóru gagnligar, konstruktivar og sera beinleiðis.
Sambært AFP segði Usjakov eisini, at amerikonsku sendimenninir vóru væl fyrireikaðir.
– Teir vístu ikki bara sín vanliga áhuga fyri at fáa ein skjótan enda á stríðnum, men komu eisini við fleiri hugskotum um, hvussu komið kann verða fram til eina avtalu, segði hann.
Hann greiddi tó ikki nærri frá, hvørji uppskot talan er um.
Hvítu Húsini hava sambært AFP givið eina líknandi lýsing av fundinum.
Í eini fráboðan verður sagt, at partarnir umrøddu næstu stigini í royndunum at fáa kríggið í Ukraina at enda.
Meira verður kunngjørt komandi vikurnar, siga Hvítu Húsini. Steve Witkoff og Jared Kushner síggja nú fram til »eins produktivar fundir« í Ukraina.
Teir báðir amerikonsku sendimenninir fara væntandi til Ukraina í dag.
Endamálið við ferðini hjá Witkoff og Kushner til Russland og Ukraina er at royna at finna eina leið til at enda kríggið, sum Russland byrjaði við fullari innrás í Ukraina í februar 2022.
Jurij Usjakov sigur, at amerikanararnir hava lovað at bera sjónarmiðini hjá Putin víðari til samráðingarnar í Ukraina.
Áðrenn amerikonsku sendimenninir komu til Moskva, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at Ukraina ikki fór at fremja loftálop á Russland, meðan amerikanararnir vóru í Moskva.
Leygardagin kom ein líknandi fráboðan úr Kreml.
Talsmaður Putins, Dmitrij Peskov, segði sambært russisku tíðindastovuni Interfax, at Putin hevur givið boð um at steðga álopum á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í tríggjar dagar í sambandi við vitjanina hjá amerikonsku sendinevndini.
Keldur: Ritzau, Reuters og AFP











