Mikukvøldið 3. juli klokkan 18 kemur Veðraplátan hjá Straight Ahead útaftur á tiltaki á Biskupstorgi í Klaksvík.
Plátan er remastrað hegnisliga, og tí hava Finnur Hansen og Óli Poulsen staðið fyri.
Fyrireikararnir bjóða til móttøku í hesum sambandi klokkan 18 á Biskupstorgi, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Har fara Jørgin Dahl og Archibald Black at siga nakað um útgávuna í sínari tíð, og Rani Nólsøe fer at hugleiða um sjálva Lp'ina, eins og Gissur Patursson, ið var produsari av Lp'ini, ið LM-handilin gav út.
Og sjálvandi ber til at fáa Lp'ina signeraða á staðnum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
Høvið verður at ogna sær Lp'ina, ið Tutl gevur út á hesum sinni; eins og ein flott T-shirt eisini er á veg.
– Í samstarvi við Føroya Bjór hava vit eisini gjørt eina Straight Ahead øl, sera flott, ið eisini høvið verður at smakka og annars hugna okkum við at hoyra Veðra Lp'ina spælda á plátuspælara; sjálvandi, skriva fyrireikararnir.
– Í TUTL verður eisini móttøka hósdagin 4.juli. kl 16:00 á Káta Horninum við somu skrá. Har tit eisini kunnu ogna tykkum Lpina signeraða.
Og fríggjadagin 5. juli. verður Straight Ahead »release-party« á Blábar klokkan 20 til 22 (og signering).
##med6##
##med7##
Straight Ahead - í stuttum
1973 Bólkurin stovnaður í Klaksvík
1974 Fyrsta plátan - gula singlin - kemur út (upptøka MZ-útgáva H.C.W. Tórgarð)
1976 Onnur plátan - grøna singlin - kemur út (upptøka MZ-útgáva SHJ-plátuhandil)
1977 Triðja plátan - hvíta EP-in - kemur út (upptøka MZ-eginútgáva)
1978 LP-in (Veðraplátan) kemur út (upptøka Hookfarm, KBH-útgáva: LM-handilin)
1979 Straight Ahead gevast og Jørgin fer upp í Hjarnar
##med8##
##med9##
Manningin
1974 Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Heri Ellingsgaard (gittar), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur), Agnar Joensen (floyta)
1976 Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur), Petur Hans Poulsen (gittar)
1977 Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Hans Carl Hansen (gittar), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur)
1978 Jørgin Dahl (ljómborð & sangur), Hans Carl Hansen (gittar), Archie Black (bass), Edward Ziska (trummur)
##med10##
##med11##
Pláturnar
Gula singlin 1974
A Komið øll við (orð & lag: Jørgin Dahl)
B Upp á gólv (orð & lag: Jørgin Dahl)
##med12##
##med13##
Grøna singlin 1976
A Me and Virginia (orð & lag: Jørgin Dahl)
B Mín góða (orð & lag: Jørgin Dahl) Edward syngur
##med14##
##med15##
Kápuleysa Ep-in 1977
A1 Silver bird (orð & lag: Jørgin Dahl)
A2 Heart is crying (orð & lag: Jørgin Dahl)
B1 Hey sweet Marie (orð & lag: Jørgin Dahl)
B2 Tú veitst (orð & lag: Jørgin Dahl)
##med16##
##med17##
Veðraplátan 1978
A
Heading for disaster (orð & lag: Jørgin Dahl)
Oh no (orð & lag: Jørgin Dahl)
Think about love (orð & lag: Jørgin Dahl)
Driving me crazy (orð & lag: Jørgin Dahl)
The chicken dance (orð & lag: Jørgin Dahl)
##med18##
##med19##
B
Absalon (orð & lag: Jørgin Dahl)
Well all right (orð & lag: Jørgin Dahl)
Sirius (orð & lag: Jørgin Dahl)
Meet me tomorrow (orð & lag: Hans Carl Hansen)
Faroese reggae (orð & lag: Jørgin Dahl)
Peace on my mind (orð & lag: Jørgin Dahl)
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##