VIDEO: PSG og Bayern borðreiddu við ársins dysti í Evropa

(Video) Her eru málini frá dystinum Paris Saint Germain-Bayern München

Mynd: Ritzau Scanpix

47.511 áskoðarar á Parc de Princes leikvøllinum í París vóru í kvøld eygnavitni til ársins dyst í evropeiskum fótbólti. 

 

Fyrra hálvfinalan í Champions League millum verandi meistararnar, Paris Saint Germain og Bayern München endaði við einum ótrúligum 5-4 sigri til PSG, ið var á odda 3-2 í steðginum, og var á odda 5-2 eftir 58 minuttirs spæl. Bayern kom sterkt aftur og syrgdi við tveimum málum fyri, at samlaði spenningurin framvegis er intaktur. Liðini hittast á Allianz Arena mikukvøldið 6. mai klokkan 20.

 

HER  ber til frá Viasat at síggja málini frá minniliga dystinum í París. 

 

Paris Saint Germain-Bayern München 5-4 (3-2)

0-1 Harry Kane, br. ('17 )

1-1 Khvicha Kvaratskhelia ('24 )

2-1 Joao Neves ('33 )

2-2 Michael Olise ('41 )

3-2 Ousmane Dembele, br. ('45+5 )

4-2 Khvicha Kvaratskhelia ('56 )

5-2 Ousmane Dembele ('58 )

5-3 Dayot Upamecano ('65 )

5-4 Luis Diaz ('68 )

 

Í annaðkvøld klokkan 20 hittast Atletico Madrid og Arsenal í fyrru hálvfinaluni, ið verður leikt á Metropolitano leikvøllinum í Madrid. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix