VIDEO: Soleiðis vann Strømsgodset stórsigur á Egersund

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Egersund-Strømsgodset 0-5 (0-2)

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge helt málið reint, tá lið hansara, Strømsgodset á útivølli vann stórsigur 5-0 á Egersund.

 

Føroyavinurin, Sebastian Pingel skoraði tvey mál undan steðginum, og seinasta korterið av dystinum skoraði Herman Stengel tvær ferðir fyri Strømsgodset. Fredrik Ardraa slapp at enda málveitsluna í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Strømsgodset er fremst í deildini við 23 stigum.

 

Mattias hevur trupuleikar við einum skaða í økslini, og verður tí ikki við landsliðnum til dystirnar í Baltic Cup. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Egersund-Strømsgodset 0-5 (0-2):

 

##med2##