Ásfinnur Sigvardsen er formaður í Bilhandlarafelagnum: – Politikararnir vóru ávaraðir, sigur hann. Mynd: Álvur Haraldsen

Vit hava tosað fyri deyvum oyrum

Bil­handl­ara­fel­agið hevur ávarað pol­it­ik­ararnar um, at hægri avgjøld fóru at steðga søluni av elbilum. Men politikarar halda seg vita betur

Ásfinnur Sigvardsen er formaður í Bilhandlarafelagnum: – Politikararnir vóru ávaraðir, sigur hann. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað er stór afturgongd í søluni av elbilum í ár í mun til í fjør. Tað vísa greiðu hagtølini frá Akstovuni,

 

Tveir teir fyrstu mán­að­ir­nar í fjør vórðu seldir 122 elb­ilar í Før­oy­um.  Men frá 1. apríl broytti Løgtingið lóg­ina so­leið­is, at hægri avgjøld vórðu sett á elbilar – fyrr enn ann­ars ætlað.

 

Tað vil siga at eftir 1. apríl gjørd­ust el­bil­ar­nir dýrari, og tað gjørdust teir aftur eft­ir ársskiftið, og tað sæst aft­ur í tølunum fyri tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tí tá eru einans seldir 25 bil­ar í munt til 122 í fjør. Ein aft­ur­gongd upp á 80 prosent. Og fleiri prís­hækk­ingar eru á veg.

 

Vit hava spurt for­mann­in í Bil­handl­ara­fel­ag­num, Ás­finn Sigvardsen, hvat hann kann siga um hesi tøl­­i­ni. Hann er um­framt at vera formaður í yrk­is­grein­a­fel­ag­num hjá bil­handl­ar­um eisini stjóri á Bilasøluni í Havn.

 

– Hatta gjørdu vit vart við bein­an­vegin. Bæði al­ment og eisini á fundum. Um hetta varð samtykt, so fór søl­an av el­bil­um at steðga upp, sigur Ásfinnur Sig­vard­sen.

 

Hann sigur, at teir royndu at greiða frá, at hetta á­tak­ið hjá landsstýrinum ikki fór at geva fleiri pengar í lands­kassan.

 

– Og tað váttaði Ruth Vang sjálv í tíðindunum í út­varp­i­num mánakvøldið, tá hon segði, at færri peng­ar vóru komnir inn í av­gjøld­um á bilar, sigur hann.

 

Sum ein liður í grønu um­legg­ingini, so hava el­bilar ver­ið frítiknir fyri skrá­set­ing­ar­gjald, men rindaðu gatt toll og mvg, hó­ast upp til 70.000 krónur var end­ur­gold­ið keyparanum.

 

Tað var ikki soleiðis, at einki kom í landskassan frá el­bilum.

 

Men nú, tá ið elbilarnir eru vorðn­ir munandi dýrari, ein­ar 100.000 krónur fyri ein van­ligan familjubil, so er keyps­mynstr­ið broytt, sig­ur Ásfinnur Sigvardsen.

 

– Fólk hava heilt víst skift at­burð. Tá tey áður held­ur valdu ein elbil, so velja tey í nógv størri mun  nú heldur ein brenn­i­evn­is­bil, tí hann er nógv bíligari.

 

Tú fært bara teir heilt smáu el­bil­ar­nar fyri lægri prís.

 

Hetta er ikki broytt í grann­a­lond­um, tí gongur søl­an av elbilum nógv betri har, sigur Ásfinnur Sig­vard­sen.

 

Í Danmark til dømis er einki av­gjald fyri bilar undir 450.000 krónur.

 

Í Føroyum er tað nú 45 pro­sent av tí sum er oman fyri 200.000 krónur og 11 pro­sent av tí sum er millum 100.000 g 200.000 krónur.

 

Í øðrum londum er lóg­gáv­an nokso væl rullað ut.

 

Her ger man tað bar nógv skjótari. fyri at fáa pengar í lands­kassan.

 

Hetta ávirkar heilt av­gjørt tað grøna orkuskiftið við bil­u­num.

 

– Elbilar eru sera væl egnaðir í Føroyum, fólk eru glað fyri elbilarnar, og Før­oy­ar er eitt upplagt land til el­bilar, her vit koyra so stutt­ar teinar, sigur hann.

 

Men teir eru nú so dýrir, at teir eru ringir at selja.

 

Lesið eisini: Sølan av elbilum skramblar niður

 

Hann sigur, at tað er týð­u­ligt, at fólk nú hyggja meira eft­ir brenn­i­evn­is­bil­um, enn tey gjørdu. Tey vilja gjarna hava elbil, men velja hann frá av prísinum.

 

– Vit vóru sannførd um, at hetta fór at geva minni í lands­kassan, enn tað gjørdi áður­, tí hetta fór at hava so negativa ávirkan á søluna.

 

Tað hevur ligið í kort­i­num, at vanlig avgjøld skuldu koma á elbilar eina­ferð, men tað skuldi ikki ganga so skjótt, og ikki koma so brádliga.  Tað skuldi henda meira líðandi, so sum tey gera aðrastaðni.

 

Men tað verður verri enn, tí avgjørdini blíva við at hækka tey næstu árini.

 

Áðrenn av­gjalds­hækk­ing­ar­nar var sølan á Bila­søl­uni so nøkulunda helvt um helvt millum elbilar og brenn­i­evnisbilar, men tað er broytt, og sambært aktuellu tølunum hjá Akstovuni, so er afturgongdin í søluni av elbilin 80 prosent í januar og februar í ár í mun til í fjør.

 

Ásfinnur Sigvardsen er formaður í Bilhandlarafelagnum: – Politikararnir vóru ávaraðir, sigur hann. Mynd: Álvur Haraldsen