Meðan altjóða veddingarfyritøkur altíð hava odds upp á dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum, so velja tær bert nakrar dystir í 1. deild hjá monnum.
Tann eini 1. deildardysturin altjóða veddingarfyritøkurnar lata odds upp á er dysturin millum HB 2 og ÍF, ið verður leiktur á ovara vølli í Gundadali klokkan 14.30 í dag.
HB er nummar átta í deildini við átta stigum, meðan ÍF er nummar fimm við 13 stigum.
ÍF vann 7. mars á heimavølli í Fløtugerði 4-0 á HB 2. Í teimum seinastu 10 innanhýsis dystunum er talan um átta sigrar til ÍF, og tveir sigrar til HB 2.
ÍF hevur favorittleiklutin hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til HB 2 liggja millum 3,00 og 3,30.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,70 og 4,10.
Oddsini upp á útisigur til ÍF liggja millum 1,80 og 1,95.
HER eru oddsini:
##med2##











