Í nátt var ein ógvuslig spreinging í einum gassanleggi í Katar.
Tað upplýsir orkumálaráðið í landnum, og tað er Reuters, sum endurgevur.
13 fólk lótu lív, og 66 vórðu løstað í spreingingini.
Orkumálaráðharri landsins sigur, at kanningar eru settar í verk, sum skulu greiða, hví spreingingin hendi.
Hann vissar tó um, at hendingin hevur einki við sabotasju ella álop at gera.
Spreingingin var í ídnaðarbýnum, Ras Laffan, skrivar uttanríkisráðið í Katar á X, fyrverandi Twitter.
Ógreitt er, hvør orsøkin var til spreingingina, sum fekk so stórar avleiðingar.











