Triðja mánaðin á rað er afturgongd í søluni av nýggjum persónbilum í Føroyum. Tað vísir uppgerð hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp søluna av akførum ársins fyrstu tríggjar mánaðir.
Sølan í mars mánaði var 144 nýggir persónbilar í mun til 149 í mars í fjør. Tað er ein afturgongd upp á fimm bilar. Sølan higartil í ár hevur verið 210 persónbilar í mun til 243 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 33 bilar ella 13,58 prosent.
Sum tað sæst í talvuni niðanfyri, so vøkstur á øðrum økjum. Eitt nú er sølan av vørubilum vaksin 25 prosent soleiðis, at tilsamans er afturgongd í skrásettum nýggjum akførum góð 2 prosent.
##med2##











