Eitt flogfar fór út av flogbreytini á flogvøllinum í El Alto í Bolivia og lendi á eini ferðslutungnari gøtu. 15 fólk hava latið lív. - Mynd: Aizar Raldes/Ritzau Scanpix

15 doyðu tá flogfar við pengaseðlum datt niður í Bolivia

Eitt hernaðarflogfar datt í gjár niður í eina fólkagøtu í boliviska býnum El Alto. 30 vórðu særd í vanlukkuni.

Eitt flogfar fór út av flogbreytini á flogvøllinum í El Alto í Bolivia og lendi á eini ferðslutungnari gøtu. 15 fólk hava latið lív. - Mynd: Aizar Raldes/Ritzau Scanpix


15 fólk eru deyð og í minsta lagi 30 hava fingið skaða eftir eina flogvanlukku við einum hernaðarflogfari í boliviska býnum El Alto, sum liggur nærhendis høvuðsstaðnum, La Paz.

Tað sigur ein embætismaður hjá sløkkiliðnum við lokala miðilin Unitel, sambært Reuters.

Talan er um eitt Hercules-flogfar, sum fór úr býnum Santa Cruz. Tá tað skuldi lenda, gleið flogfarið av flogvøllinum og út á eina gøtu við nógvari ferðslu við flogvøllin.

Flogfarið flutti pengaseðlar, sum vóru ætlaðir miðpartinum av landinum, skrivar Unitel og vísir á verjumálaráðið í landinum.

Sambært Reuters vísir innihald á sosialu miðlunum kaotiskar senur við fólki, sum streyma til vanlukkustaðin. Á upptøkunum síggjast tey taka pengar upp, sum eru spreiddir á jørðini.

Myndugleikarnir á staðnum royna at fáa fólk burtur frá vanlukkustaðnum við vatnslangum. Reuters hevur ikki fingið at staðfest myndirnar.

– Vit eru í ferð við at finna líkini av teimum, sum tíverri doyðu í vanlukkuni, sigur Pavel Tovar, leiðari fyri brunaumsjónina hjá landinum, sambært tíðindastovuni AFP.

Verjumálaráðið í Bolivia hevur eisini váttað vanlukkuna, sambært AFP.

Flogvøllurin í El Alto varð fyribils stongdur eftir vanlukkuna, sigur tjóðarflogfelagið Boliviana de Aviacion í eini fráboðan.

Sambært Reuters fer tjóðbankin í Bolivia væntandi at tosa við fjølmiðlar seinni fríggjakvøldið lokala tíð.

Video frá staðnum vísir flogfarið illa skatt, eins og fleiri akfør á gøtuni, har vanlukkan hendi.

Ógreitt er, hvat orsøkin var til vanlukkuna.

La Paz, sum liggur í 3.650 metra hædd og umgyrdur av Andesfjøllunum, er hægsti fyrisitingarligi høvuðsstaður í heiminum.

 

/Ritzau/

 

 

 

Eitt flogfar fór út av flogbreytini á flogvøllinum í El Alto í Bolivia og lendi á eini ferðslutungnari gøtu. 15 fólk hava latið lív. - Mynd: Aizar Raldes/Ritzau Scanpix