2 milliardir til nøkur fá – ella til Føroya fólk?

Hvørt ár lata vit milliardir av okkara felags tilfeingi til nakrar fáar aktørar í Føroyum. Samstundis tosa vit um, hvussu vit skulu fíggja vælferðarsamfelagið. Tað hongur ikki saman.

 

Føroyar standa tí við eitt vegamót:

 

Skulu tey ríku gerast ríkari – ella skal ríkidømið koma okkum øllum til góðar?

 

Í mínari verð er svarið einfalt:

 

Ríkidømið skal koma okkum øllum til góðar.

 

Føroyar eru millum heimsins ríkastu lond. Men stórur partur av ríkidøminum er savnaður á heilt fáum hondum – serliga í fiskivinnuni og alivinnuni.

 

Hesar vinnur hava einkarætt til at troyta okkara tilfeingi – fisk og firðir – við ovurstórum vinningi, men lata bara ein lítlan part aftur til felagsskapin – Føroya fólk.

 

2 milliardir í vinnustuðli

 

Útrokningar vísa, at í 2023 tóku vit 714 mió. kr. inn í veiðugjøldum og tøkugjøldum frá ávikavist fiski- og alivinnuni. Men óinnheintaði eykavinningurin var umleið eina milliard krónur í hvørjari vinnu. Altso tvær milliardir krónur av fólksins ogn, sum í praksis virka sum vinnustuðul til nakrar heilt fáar, sera ríkar aktørar í fiski- og alivinnuni.

 

Sjálvandi skulu vit hava eina sterka fiskivinnu og alivinnu í Føroyum. Men okkara felags tilfeingi eigur at koma øllum samfelagnum til góðar.

 

Hetta er tann umvenda verð:

 

Føroya fólk stuðlar teimum ríkastu vinnunum í landinum!

 

Frá vinnustuðli til fordeilingspolitikk

 

Fiski- og alivinnupolitikkur skal eisini vera fordeilingspolitikkur. Politiskt mugu vit tora at umseta hesi risa virði til vælferð. Altso skal tilfeingisrentan, sum er serstaki vinningurin, sum vinnulig serrættindi hava við sær, koma okkum øllum til góðar. Ikki bara nøkrum fáum útvaldum.

 

Vanliga verður sagt, at landið skal taka tilfeingisrentuna inn. Men hvør tekur – og hvør letur hvørjum tilfeingisrentuna?

 

Eg haldi, at vit mugu steðga við at lata nøkrum fáum tilfeingisrentuna og geva hana til tey, sum eiga hana og hava tørv á henni. Føroya fólk.

 

Fyri at tryggja okkara vælferðarsamfelag. Til okkara heilsuverk, sosialar skipanir, dygdargóða røkt til okkara eldru, tryggan uppvøkstur til okkara børn og til bústaðir til fólk í Føroyum.

 

Nýhugsan og nýskipanir

 

Tað merkir ikki, at vit ikki skulu fremja nýskipanir. Tað skulu vit. Vilja vit framtíðartryggja vælferðina í Føroyum, so mugu vit reka samfelagið so skynsamt sum til ber. Dupultfunksjónir skulu burtur. Ábyrgdarøkini millum land og kommunur gerast greið. Og lokalpolitisk áhugamál skulu ikki stýra landsins raðfestingum.

 

Soleiðis skapa vit einar rættvísar og samhaldsfastar Føroyar.

 

Vel vælferð. Vel meg.

 

Og minst til: Liljan hevur viljan!

 

 

 

Liljan Weihe

 

Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi