G7-leiðarar tosa saman um Iran í morgin

G7-londini eru USA, Kanada, Japan, Týskland, Stórabretland, Frakland og Italia

Reuters veit í kvøld at siga, at leiðararnir í G7-londunum í morgin fara at tosa um kríggið í Iran.

 

Soleiðis verður sagt á kanadisku forsetaskrivstovuni í dag.

 

G7-londini eru USA, Kanada, Japan, Týskland, Stórabretland, Frakland og Italia.

 

Í dag hevur kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, tosað við franska forsetan, Emmanuel Macron.

 

Sambært Reuters hava teir tosað um kríggið í Miðeystri, og tað eru teir báðir, sum eru á myndini omanfyri.