Setanin var á Miðnámi í Vestmanna í gjárkvøldið, og her vóru eini 200 fólk.
- Her var nógvur góður matur at fáa úr heimsins herðashornum, og her var góður tónleikur og dansur, eins og her var list at hoyra og síggja. Harumframt greiddi Daysi Lagos Jóanesarson væl og skemtiliga frá, hvussu tað var at flyta úr Honduras til Vestmanna.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í dag.
Í Vestmanna búgva 51 tilflytarar úr yvir 20 londum og úr seks heimspørtum.
- Tey flestu eru flutt til Vestmanna, tí tey hava funnið saman við maka úr bygdini. Onnur eru komin higar at spæla hondbólt, og nøkur fá hava búsett seg í samband við arbeiði.
Summi hava eisini búð í Vestmanna í meira enn eina hálva øld, meðan onnur eru flutt fyri kortum.
– Vit eru so heppin, at ein lítil partur av øllum heiminum er í Vestmanna. Øll geva sítt íkast og seta sín dám á bygdina, og hetta er til okkara hepni og gagn.
Soleiðis sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Hon vísir á, at sama um ein er úr Avstralia, Japan, Bretlandi, Sri Lanka ella aðrastaðni, so eru øll í teirra huga vestmenningar.
- Vit í bygdarráðnum takka fyri góða undirtøku og vit takka teimum, sum vístu ymiskt fram úr sínum heimlandi, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##