Í Kvívíkar kommunu hava tey nú gjørt av at steingja almennu wc'ini í Kvívík.
- Í fleiri vikur hevur áhaldandi herverk verið framt á almennu vesini í Kvívík.
Tí sær kommunan seg nú noydda at steingja wc'ini í bygdini.
Hetta skrivar Kvívíkar kommuna á sínari heimasíðu í dag.