Reyði krossur skrivar, at í gjárkvøldi fingu tey mongu sjálvbodnu hjá Reyða krossi eina serliga tøkk. 290 sjálvboðin í Reyða Krossi savnaðust á Hotel Føroyum til árliga jólahugnan
- Í Reyða Krossi Føroya eru vit ómetaliga errin og takksom fyri øll okkara útvið 500 sjálvbodnu, sum dríva verkið hvønn einasta dag, og syrgja fyri, at vit fáa veitt hjálp og stuðul til menniskju í neyð, bæði í Føroyum og kring heimin, siga tey hjá Reyða krossi.
Jólahugnin er fyrst og fremst eitt høvi at siga hjartans takk til øll sjálvboðin fyri stóra arbeiðið. Sjálvbodna orkan er nemliga grundarsteinurin undir øllum, sum Reyði Krossur ger, og uttan sjálvboðin bar arbeiðið ikki til.












