Serliga verður stórur spenningur um liðini, sum enda á triðja plássi í bólkunum. Átta av teimum tólv triðjaplássunum sleppa víðari til áttandapartsfinalurnar, og tí kann hvør málmunur gerast avgerandi.
Nøkur lond hava longu tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum og spæla nú um at fáa eina lagaligari leið víðari í kappingini. Onnur stríðast fyri at vinna sær seinastu plássini í útsláttarkappingini.
Millum londini, sum longu hava vunnið sínar bólkar, eru Meksiko, USA, Týskland og Argentina. Eisini Colombia er longu víðari, meðan Portugal er sera nær við at tryggja sær plássið.
Í fleiri bólkum verður alt avgjørt í beinleiðis uppgerðum. Eitt nú skulu Eysturríki og Algeria kappast um annað plássið í bólki J, meðan Paraguay og Avstralia hittast í einum dysti, har javnleikur kann vera nóg mikið hjá báðum.
Í bólki G er spenningurin eisini stórur. Egyptaland kann tryggja sær víðari luttøku við javnleiki móti Iran, meðan Iran helst má vinna fyri at vera vís í at sleppa víðari.
Frakland og Noreg spæla sínámillum um fyrsta plássið í bólki I. Senegal og Irak hava tapt báðar sínar fyrstu dystir og hava bert ein veikan møguleika at koma víðari sum eitt av bestu triðjaplássunum.
Ongantíð áður hevur skipanin við bestu triðjaplássunum verið so opin. Lið við fýra stigum verða helst víðari, meðan málmunurin kann gerast avgerandi hjá teimum, sum enda við trimum stigum.
Síðsta umfar í bólkaspælinum verður spælt komandi dagarnar, áðrenn áttandapartsfinalurnar byrja.
Ritzau










