Skipa fyri Ítrótta- og rørsluviku og øll skulu við

Ítróttasamband Føroya skipar fyri Ítrótta- og rørsluviku í samstarvi við Heilsu- og orkumálaráði og Heilsustýrið í september. Endamálið er at fáa allar føroyingar at røra seg

Ítróttarsambandi skrivar, at hetta fyrsta árið verður eggja øllum arbeiðsplássum í Føroyum at vera við í Ítrótta- og rørsluvikuni og fáa leiðarar at siga: “Vit eru við”. Samanhaldið, ið kann vera á einum arbeiðsplássi, tá starvsfelagar eru saman um mál og eggja hvør øðrum, er ein styrki, ið skal knýtast at rørslu á arbeiðsplássum. Í ÍSF eru tey sannførd um, at tá góðir leiðarar ganga á odda, fylgja starvsfólkini við.

 

Ítrótta- og rørsluvikan verður í døgunum 14.-18. september. ÍSF eggjar leiðarum at seta ein kross í kalendaran og skapa karmar fyri, at starvsfólk kunnu taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni.

 

Ymiskt er, hvat hóskar seg á ymsu arbeiðsplássunum, tí fer ÍSF at vísa á hugskot, til rørsluátøk og felags ítróttavenjingar.

 

Fyri at gera tað lætt hjá øllum føroyingum at taka lut og røkka rørslumálum, ið arbeiðspláss hava sett sær fyri, er heimasíða gjørd  www.itrottaogrorsluvika.fo  har ber til at fáa kunning, íblástur og at skráseta seg sum einstakling, fyritøku ella stovn.

 

Uppgávan hjá teimum sum luttaka, er at skráseta rørsluna á heimasíðuni. Síðani verður hon umrokna til metrar. Á henda hátt verða allir metrarnir lagdir saman, og soleiðis kann staðfestast, hvussu nógv føroyingar hava rørt og flutt seg hesa vikuna.

 

Talan er um eitt felags átak, har vit øll savnast um rørslu, arbeiðsgleði, felagsskap og betri trivnað.

 

Ítróttasambandi heitir á øll arbeiðspláss í Føroyum at skráseta seg á heimasíðuni www.itrottaogrorsluvika.fo longu nú.

 

9. september 2026 verður skipað fyri fólkaheilsuráðstevnuni Rørsla á arbeiðsplássinum, ið hevur til endamáls at savna arbeiðspláss og borgarar í Føroyum um rørslu, og at fáa leiðslur at seta rørslu á dagsskrá sum heilsufremjandi leiðsluátøk.