Fróðskaparsetrið:
Tey bæði Barbara Apol og Magnus Dal-Christiansen tóku fyrst bachelorprógv í búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, síðani kandidatprógv á Københavns Universiteti, og nú eru tey heima aftur við føstum størvum.
Magnus Dal-Christiansen tók prógv sum cand.polit í vetur, og nú er hann við familju fluttur aftur til Føroya. Mánadagin byrjar hann í nýggjum føstum starvi sum metingarfólk hjá Betri Heimi.
Fyri nøkrum árum síðani tók Barbara Apol eisini cand.polit-útbúgvingina á Københavns Universiteti, og eisini hon valdi at flyta aftur til Føroya, har hon í dag arbeiðir sum fulltrúi í Almannaverkinum.
Fróðskaparsetrið hevur biðið tey bæði greitt eitt sindur frá útbúgvingarleiðini, sum byrjaði her heima og helt fram uttanlands, til bæði so valdu at koma heim aftur at virka og búgva,
Barbara Apol, tá hon fekk bachelorprógv frá Setrinum í virkisfrøði og búskaparfrøði í 2019
Fiskivinnukjak vakti áhuga fyri búskaparfrøði
Barbara, hví fórt tú at lesa búskaparfrøði?
- Áhugin fyri búskaparfrøði kom fyrst og fremst frá tí kjakinum, sum var tá í 2016 um fiskivinnu. Eg fylgdi væl við og helt, at búskaparfrøðingarnir altíð grundgóvu væl og høvdu grein í sínum máli. Tað vakti mín áhuga fyri fakinum.
- Síðani havi eg lært, at búskaparfrøði gevur tær ein sera góðan og brúkiligan amboðskassa at greina og grundgeva fyri øgiliga nógvum samfelagsligum viðurskiftum.
Hví valdi tú Fróðskaparsetrið sum útbúgvingarstovn?
- Eg valdi at lesa í Føroyum, tí bara her fær man møguleika at hugsavna seg um serføroysk viðurskifti. Haraftrat dámdi mær sera væl samanhaldið millum tey lesandi og tað góða sambandið við undirvísarar.
Hví heldur cand.polit enn cand.merc sum yvirbygnað?
- Cand.polit. er samfelagsbúskaparfrøði, sum er tann fakligi parturin av bachelor-útbúgvingini, ið eg hevði størstan áhuga fyri. Tí kendist tað upplagt at velja hesa leiðina, tá eg fór at taka kandidat.
Hvørjir fyrimunir og vansar eru við at lesa í Føroyum?
- Fyrimunirnir eru avgjørt tað fakliga innihaldið, sum er lagað til føroysk viðurskifti. Hendan fyrimunin bera lesandi í Føroyum eisini við sær út á arbeiðsmarknaðin. Vansin er kanska, at úrvalið av vallærugreinum er meiri avmarkað. Hetta er tó ikki eitt endaligt frával fyri bachelorlesandi í Føroyum, tí møguleiki er framvegis fyri at fara uttanlanda at taka kandidat/master. Á KU tók eg eitt nú vallærugreinir í kynsbúskapi og umhvørvisbúskapi, sum er nokk so ítøkiligt og til ein smalari skara av lesandi.
Hvat brúkar tú útbúgvingina til?
- Eg flutti aftur til Føroya í 2022 og arbeiði nú sum fíggjarfulltrúi í Almannaverkinum. Tað gongur ikki ein dagur, har eg ikki brúki tann amboðskassan av lærdómi, sum eg havi fingið í útbúgvingartíðini.
Hvørji góð ráð hevur tú til komandi lesandi í búskaparfrøði?
- Um tú ert forvitin um samfelagsviðurskifti og trívist væl við tølum, so gevur hendan útbúgvingin tær eitt sera gott fakligt innlit, førleikar og ikki minst góðar starvsmøguleikar.
Magnus saman við stoltu foreldrunum ein sólskinsdag í 2022, tá hann hevði staðið bachelorútbúgvingina í virkis- og búskaparfrøði, áðrenn hann fór av landinum at lesa víðari
Útbúgvingin gav stórt frælsi til næsta stig
Hví valdi tú útbúgvingina í virkis- og búskaparfrøði á Setrinum?
- Útbúgvingin hevði mín áhuga, tí eg altíð havi verið sterkur við tølum og havi analytiskari hugsan. Eg hugsaði, at ein útbúgving í virkis- og búskaparfrøði var ein upplagdur møguleiki at brúka mínar styrkir á ein hátt, sum eisini er viðkomandi fyri samfelagið.
- Samstundis visti eg, at útbúgvingin gav nógvar møguleikar víðari. Hon gav bæði møguleika at lesa víðari á til dømis á KU ella CBS (ella aðrastaðni), og hon lat eisini upp fyri mongum ymiskum starvsmøguleikum.
Hví valdi tú Føroyar sum lestrarland?
- Eg valdi at lesa í Føroyum av fleiri orsøkum. Tað var eitt sindur spontant, at eg søkti inn á Setrið. Eg visti væl, at eg ætlaði at lesa víðari onkuntíð, men hevði ikki fyrireikað meg til at fara av landinum. Eg hevði til dømis ikki skrivað meg upp til lestraríbúð ella sett meg nærri inn í alt tað praktiska. Samstundis var eg sera virkin í badmintonumhvørvinum í Havn, og tað vildi eg fegin halda fram við.
Tú valdi at fara beinleiðis víðari til at lesa kandidat í búskaparfrøði á KU. Hví cand.polit. og ikki cand.merc.?
- Fyri meg var cand.polit. eitt natúrligt framhald av bachelorinum, tí eg hevði hug at fara djypri niður í dátugreining, kvantitativar metodur og búskaparfrøðiliga teori. Tey fakini, sum eg føldi meg sterkast í, vóru ofta tey fakini, sum peikaðu ímóti cand.polit., so sum økonometri, makro- og mikrobúskapur. Hetta eru fak, har ein arbeiðir nógv við greining, modellum og dátum, og tað dámdi mær væl.
Hvørjar fyrimunir og møguligar vansar sært tú við at lesa bachelor í Føroyum?
- Ein stórur fyrimunur er, at útbúgvingin er viðkomandi fyri føroyska samfelagið. Fleiri lærugreinar og dømi hava beinleiðis samband við føroysk viðurskifti, og tað ger, at tú lættari sær, hvussu tað tú lærir, kann brúkast í verki.
- Ein annar fyrimunur er støddin á lestrarumhvørvinum, tí við færri lesandi til undirvísingina er tað lættari at fáa samband við undirvísarar og onnur lesandi. Tað kann eisini gera tað tryggari at byrja, tí tú ikki hvørvur í einum stórum lestrarumhvørvi.
- Ein møguligur vansi er tó eisini støddin, tí so eru færri vallærugreinar og færri møguleikar at sergreina seg longu á bachelorinum. Men sum grundútbúgving haldi eg, at hon gevur eina sterka og breiða byrjan.
Hvørjar ætlanir hevur tú við útbúgvinginii?
- Eg havi júst fingið eitt spennandi starv í Betri Heimi, og vit eru longu flutt heim.
Magnus saman við unnustuni og soninum, sum nú festa røtur her heima
Um hendan greinin hevur givið tær blóð upp á tonnina eisini at lesa búskapar- og virkisfrøði á Setrinum, so er at søkja um lestrarpláss áðrenn midnátt 1. juli.
Les meira um ta útbúgvingina HER.
Eisini eru mangar aðrar spennandi útbúgvingar í at velja.
Les um allar bachelorútbúgvingarnar HER.
Og masterútbúgvingarnar HER.
Eisini hava vit diplomútbúgvingar HER og hjánám HER.










