Myndina eigur: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Aaja Chemnitz: Enn eini svøk tíðindi

- Ein annar dagar. Enn eini svøk tíðindi. Hetta tykist rættiliga desperat, skrivar grønlendski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz

Myndina eigur: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix

Sermitsiaq í Grønlandi hevur roynt at fingið viðmerkingar úr grønlendska landsstýrinum um nýggjastu útsøgnina hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

 

Men, hesar eru ikki komnar enn.

 

Donald Trump skrivar á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, at eitt hospi­talskip er á veg til Grønlands, og at skipið fer at taka sær av nógvum fólkum, sum eru sjúk.

 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, skrivar soleiðis á Facebook: 

 

"... Eri glað fyri at búgva í einum landi, har tað er ókeypis og eins atgongd hjá øllum til heilsu - har, tað ikki eru tryggingar ella pengar, sum gera av, um tú fært eina góða viðgerð. Sama atgongd er í Grønlandi. Góðan sunnudag til tykkum øll".

 

Sermitsiaq endurgevur eisini tað, sum danski fólkatingslimurin, Aaja Chemnitz, skrivar á Facebook og sum er meira beinleiðis um tað, sum amerikanski forsetin skrivar.

 

"... Ein annar dagar. Enn eini svøk tíðindi..." skrivar hon við einum smílitekni í endanum.

 

Og fólkatingslimurin leggur aftrat:

 

"... Hetta tykist rættiliga desperat og stuðlar ikki undir tað varandi lyft, sum okkara heilsuverk tørvar..."

 

Um heimasíðuna - www.sermitsiaq.ag - síggjast eisini aðrar viðmerkingar hjá grønlendskum politikarum til nýggjastu útsøgnina hjá amerikanska forsetanum um at senda eitt hospitalskip til Grønlands.

 

##med2##

 

Lesið eisni - 

 

Trump: Hospitalskip er á veg til Grønlandshttps://www.in.fo/news-detail/trump-vit-hava-sent-eitt-hospitalsskip-til-groenlands

 

Myndina eigur: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix