Kann eg bjóða tær ein lívstíðarsess? Tú fær ein pall, sum røkkur meir enn 6 mió. borgarum, tú fær eini trý starvsfólk og havi eg nevnt, at lønin er betur enn hjá kappingarneytanum?
Tú fær eina trivaliga upphædd, so tú kann skipa fyri tiltøkum, spurnarkanningum og bjóða gestum til títt heimland.
Ja, satt at siga, fær tú størri fígging til tína persónligu politisku herferð, enn flokkurin, sum tú stillar upp fyri.
Er tað løgið, at føroyskur politikkur er skeiklaður av danska fólkatinginum?
Neyvan.
Hví er tað ikki samgongan, sum velur fólkatingslimirnar ?
Um samgongan valdi tveir fólkatingslimir og hesir umboðaðu Føroyar, fram til næstu føroysku samgongu, so høvdu hesi tvey umboð virka í samljóð við samgonguna. Tað, sum samgongan vildi fremja, høvdu hesi tvey virkað fyri í parallell-parlamentinum. Tey høvdu verið okkara umboð, okkara ambassadørar.
Tað melur av ymsum ættum og hetta ørkymlar danir
Tað er ikki løgið, um danskir parlamentslimir og danir sum heild, verða ørkymlaðir av útmeldingum frá Føroyum, tí tær peika í allar ættir. Annað umboðið er fyri Sambandsflokkin, og helst verður hetta hennara lívstíðarsessur, nú hon hevur kunngjørt, at hon ikki bjóðar formanninum av. Hitt umboðið er fyri størsta flokkin í samgonguni, men er kanska ein politiskur vongur í sær sjálvum. Hann hevur sitið í sessinum í 15 ár og er úrmælingur í at fáa uppmerksemi. Um hann hevði flutt adressu til Danmarkar, hevði hann púra víst fingið eitt rimmar val og ein “ordiligan” danskan fólkatingssess. Tá hevði hann tó ikki havt so nógv starvsfólk og fígging, tí hann hevur verið noyddur at deila hetta við sín flokk.
Okkara sessir skeikla eisini danska parlamenti, ikki altíð okkum til frama.
Løgting til parlament - landstýrið til ministerium
Landstýrið skal gera avtalur við donsk ministerium, um viðurskifti okkara millum. Okkara løgting gevur landsstýrinum boð um, hvat avtalurnar skulu innihalda.
Okkara umboð á fólkatinginum skeikla hetta, tí tey gera avtalur uttanum bæði okkara løgting og landsstýrið. Vit leggja mest merki til hetta, tá gávuposin kemur til føroyskar verkætlanir. Summi hugsa “Wow, tað er kul, at tey geva okkum gávur”, og onnur harmast um, hvussu gávurnar skeiklar okkara sjálvsfatan og búskap.
Gávuposin
Hvar var gávuposin og positivi hugburðurin til okkum, tá vit skuldu semjast um treytir fyri okkara búskapi í kreppustøðuni í 90´unum? Tá var eingin gávuposi; tá vóru høgar rentir og harðar treytir. Vit mistu 10% av okkara fólkið, fólk í besta burðardygga aldri fluttu av landinum. Okkara løgting og landsstýrið gjørdu nógv mistøk, sum viðførdu part av kreppustøðuni, men tað var eingin bjarging, at semjast við “gávuposan” tá.
Eru fólkatingsessirnir góðir fyri fólkaræði ?
Einaferð sat amtmaðurin í okkara løgtingið. Hann hevði størri vald, enn øll hini tilsamans. Síðani fekk hann minni vald, og til endans stóð hann uttanfyri hurðina. Tað undrar meg, at danir góðtaka, at Grønland og vit hava hvør síni tvey umboð í fólkatinginum. Vit høvdu ómøguliga vilja, at danir valdu umboð í okkara løgting. Ikki eingongd Sambandsflokkurin hevði vilja tað… hugsi eg.
At tað finnast tveir sessir í okkara valskipan, sum hava so stóran fíggjarligan vinning og vald, at menn vilja sita har fyri lívið, skeiklar okkum øll. Meðan vit eru undir donsku grundlógini, hevði tað verið til okkara frama, at hesi tvey umboð vóru vald av sitandi samgongu. Best hevði verið, fyri øll trý londini, at sessirnir vóru niðurlagdir, og avtalur bert vóru gjørdar millum landstýrið og ministerium. Harvið hevði tað verið parlamentariski viljin, sum ráddi.
Sigrid J. Dalsgaard, eygleiðiri frá áskoðarsessinum
Tá pápi mín var í fólkatinginum
Einaferð var pápi mín í fólkatinginum. Tað var tá babba, saman við 25 øðrum føroyingum, mótmælti frá áskoðarsessunum í Fólkatinginum.
Hetta var eitt friðaligt mótmæli við pappírstallerkum, har boðskapurin m.a. var, at Føroyar ikki skuldi vera partur av “Early warning system” hjá USA. Um tað var boðskapurin ella boðshátturin, sum viðførdi eftirfylgjandi handtøku og steðg á Politistøðini í Antoniegade, er ikki greitt.











