Grønlendski politikarin Aaja Chemnitz, sum er vald fyri grønlendska flokkin IA (Inuit Ataqatigiit), stillar ikki uppaftur á komandi fólkatingsvali.
Tað skrivar hon í einum uppslag á Facebook.
– Av hjarta, TAKK til tykkum øll, sum hava heppað, bakkaað meg upp og stuðlað mær seinastu 10 árini. Eg eri meira enn til reiðar at venda einum nýggjum blað, skrivar hon í uppslagnum.
– Saman hava vit avrikað meira, enn eg tordi at droyma um. Eg vóni, at tit fylgja næsta kapitlinum í mínum lívi - eg eri vís í, at tað verður stuttligt og spennandi.
Hon gevur ikki nærri frá, hvørjar ætlanir hon hevur í framtíðini, og um so er, hvat hon serliga fer at gera.
Fyrr í dag skrivaði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, út fólkatingsval at verða 24. mars Tað gjørdi hon av fólkatingsins røðarapalli.
Tað var ikki heilt óvæntað, at Mette Frederiksen útskrivaði fólkatingsval í dag.
Valsøgurnar á Christiansborg hava verið leingi, og valið skuldi vera í seinasta lagi 1. november í ár í øllum førum.
/Ritzau/










