Fyrsti landskappingardystur í 2026 kappingini er av. Hann var inni í Vika á Argjum, tá ið uppflytararnir í AB høvdu vitjan av B68. Máltalvan sigur, at AB vann 2-0. Hálvleiksstøðan var 1-0.
Eftir horna úr vinstru var tað miðvallarin Obule Sunday Moses, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin flatt millum fleiri spælarar og í handara síðunetið. Tá vóru smáir tíggju minuttir farnir.
Fýra minuttir eftir steðgin tvífaldaði heimaliðið um leiðsluna. Eftir gott uppspæl í vinstru og flatt innlegg frá vongverjanum Sjúrði Henriksen var tað Ragnar Skála, sum úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið.
B68 var nógv á bóltinum í fyrra hálvleiki og serliga eftir, at AB hevði økt um munin til 2-0. Men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin aftanfyri stinna AB málverjan Jesper C. Sørensen. Síðstu løtuna, tá ið totftamenn spentu álopsbogan, var tað onkra ferðina heilt vandamikið í hinum endanum, men tá bjargaði Tórður Thomsen.
Í øðrum føri fer AB annan sunnudag at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, sum í ár eigur heimavøll við Margáir. B68 fer í øðrum umfari eisini at spæla ímóti uppflytara. Tá verður tað á Svangaskarði ímóti Skála.
Dysturin millum AB og B68 var upprunaliga ásettur at vera fríggjakvøldið. Veðurforsøgnirnar vóru vánaligar, og tí varð avgjørt at útseta til í kvøld. Bæði í gjárkvøldið og í kvøld vóru líkindini at spæla fótbólt heilt góð inni í Vika.
AB – B68 2-0 (1-0)
1-0: Obule Sunday Moses 9.
2-0: Ragnar Skála 49.
Dómari: Dagfinn Forná
AB: Jesper C. Sørensen – Jimmy Abdul, Søren N. Samuelsen, Gunnar Reynslág – Luca Ørsted Thorstensen, Páll Eirik Djurhuus, Obule Sunday Moses, Sjúrður Henriksen – Ragnar Skála, Brian Jakobsen, Bjarki C. Nielsen
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Torkil Úlvur Holm, Nicolai Møller Dohn, Aron Reinert-Petersen – Isah Ahmed Latif, Hanus Højgaard, Patrick Mensah, Djóni Samuelsen – Jovan Goronjic, Sebastian Lau Nielsen











