Tað endaði 1-1, tá ið TB í dag við Stórá í Trongisvági hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá NSÍ.
Ein lítil hálvur tími var farin, tá ið TB legði seg á odda. Málskjútti var Musah Armah, sum síðani 2020 hevur verið í TB. Hann var ein av sjey útlendskum spælarum, sum í dag vóru millum teir fyrstu hjá aldursforsetanum.
Millum teir á liðnum hjá TB vóru danski verjuspælarin Morten Ohlsen Hansen, sum hevur roynt seg í íslendskum fótbólti og brøðurnir Omar Sheik og Ali Sheik. Teir eru ávikavíst 18 og 19 ára gamlir og hava spælt í Kolding.
Á liðnum hjá Rúna Rasmussen og NSÍ vóru bara lokalir spælarar, og miðaldurin var sambært FaroSoccer 21,9 ár.
Í síðstu sekundunum undan steðginum eydnaðist tað NSÍ at javna til 1-1. Málskjútti var 25 ára gamli miðvallarin Jógvan Højgaard, sum hevur spælt 179 dystir í næstbestu deildini og skorað 28 mál.
Um eina viku eigur NSÍ heimavøll ímóti uppflytarunum í FC Hoyvík. TB fer í øðrum umfari um eina viku at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.











