AB tryggjað sær royndan leikara

Rói Olsen hevur spælt 138 dystir í Betri deildini.

Tað er við at verða gamalt at Víkarmenn spæla við AB. Í 2018 spældi Árni Grunnveit Olsen í miðverjuni hjá AB, og Bárður Olsen spældi í fleiri ár út á Argjum. Seinasta hálva annað árið hevur lítli beiggi Bárð, Rói Olsen, spælt við argjamonnum. Tað ger hann aftur komandi ár, tá AB aftur skal spæla í Betri deildini.

Hesum boðar AB frá á facebook síðu sínari.

 

Rói hevur fyri tað mesta leikt sum miðvallari, men úti á Argjum er hann fluttur aftur í miðverjuna, tí AB spælir við trimum miðverjum.

 

Rói spældi í ár allar 27 dystirnar í 1. deild.