Faxe Kondi menn: Kyndil og KÍF vunnu seg í hálvfinalurnar

KÍF fekk óvæntaða harða mótstøðu frá Kyndil 2

Savnsmynd

Hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá monnum vera: Kyndil-Neistin og H71-KÍF.

 

Kyndil vann bólk 1 við fimm stigum. KÍF hevur eisini fimm stig, men verri málúrtøku. StÍF endaði á tveimum stigum, og Kyndil 2 er aftast við ongum stigi.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil 33-28 á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 16-14.

 

Ovi Lützen var við sjey málum toppskjútti hjá Kyndli. Toppskjútti hjá StÍF, somuleiðis við sjey málum var Jógvan Andreas Lamhauge.

 

Í høllini í Kollafirði hevði KÍF ein heldur óvæntaðan torføran dyst móti Kyndli 2. KÍF vann dystin við bert einum máli, 27-26. Í steðginum var KÍF á odda 13-11.

 

Fríði Weyhe var við átta málum toppskjútti hjá KÍF. Brandur Debes Dánialsson, somuleiðis við átta málum var toppskjútti hjá Kyndli 2. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dystunum Kyndil-StÍF og KÍF-Kyndil 2:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

 

 

Savnsmynd