Triðja tapið á rað hjá St. Gallen

Gongdin er tung hjá Sasja Lacok og liðfeløgunum

Landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelagarnir í TSV St. Otmar St. Gallen spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu sveisisku hondbóltsdeildini.

 

St. Gallen tapti í kvøld 24-29 fyri HC Kriens-Luzern, ið var á odda 16-14 í steðginum. Talan var um triðja tapið á rað hjá St. Gallen í deildini. 

 

Sasja bjargaði í kvøld seks av 26 málroyndum, meðan kappingarneytin, Jochum Philipp bjargaði tveimum av átta málroyndum.

 

St. Gallen er nummar seks í deildini við 13 stigum. 

 

Sunnudagin klokkan 16 hevur St. Gallen heimadyst á skránni móti Handball Stafa, ið bert hevur fingið tvey stig í kappingini. Tá átti at borið til hjá St. Gallen at fingið stig aftur.