Adrian fær dupultan heiður

Góða kappingarbyrjanin sæst aftur við heiðrum

Mynd: Hillerød IF

Adrian R. Justinussen hevur avrikað framúr væl í Hillerød í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Hetta kappingarárið hevur Adrian skorað og lagt upp til níggju mál í 12 dystum.

 

Fyri síni góðu avrik er Adrian valdur til besta leikaran hjá Hillerød fyri bæði august og september.

 

Tað er Bauhaus Hillerød, ið saman við Hillerød stendur fyri heiðrinum.

 

Her sæst Adrian saman við einum umboði fyri Bauhaus Hillerød:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: Hillerød IF