Kendi føroyski OL svimjarin gjørdi kvetti í kvøld, tá hann vann 2,2 milliónir krónur í Gekkinum í sjónvarpinum í kvøld.
Verturin í Gekkinum í kvøld, Petrina Berg, gav Páli Joensen møguleikan at býta gekkin í tríggjar partar, 750.000 krónur í hvønn Gekkin. Men nei, Pál vildi hava allan Gekkin, 2,2 milliónir krónur í gula leypin.
Tá hann snaraði fyrstu ferð, kom hann á 40.000 krónur, sum faldað við trý hevði givið honum 120.000 krónur. Men ídni svimjarin úr Vági vildi meira. Hann snaraði einaferð afturat, og kom tá á gula Gekkin, sum gav honum 2,2 milliónir skattafríar krónur.
– Hjartaliga tillukku við vinninginum, siga vit!
##med2##
##med3##