Liðið hjá Hørði vann á liðnum hjá Andrassi

Roskilde er næstfremst og Fremad Amager er fjórðaftast

Í kvøld var dystur í triðbestu donsku fótbóltsdeildini millum liðið hjá Hørði H. Askham, FC Roskilde og liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager.

 

Roskilde vann dystin 2-0. Oliver Juul Jensen legði heimaliðið á odda seks minuttir undan steðginum, og tá eitt lítið korter var farið av seinna hálvleiki økti Mathias Veltz til 2-0. 

 

Tíverri slapp Hørður ikki á vøllin fyrrenn klokkan vísti 88 minuttir. Andrass var við frá dystarbyrjan. So tað bleiv ikki nógv av einari føroyingauppgerð í kvøld.

 

Roskilde er næstfremst í deildini við 26 stigum. AB er fremst við 27 stigum. Fremad Amager er fjórðaftast við 12 stigum. Fremad Amager hevur átta stig upp til sætta plássið, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl. Á sætta plássinum hevur HIK 20 stig. 

 

Í morgin klokkan 13 tekur liðið hjá John Frederiksen, Brabrand móti VSK Aarhus á heimavølli.