Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti annan EM-undankappingardystin í bólki 4.
Í stórhøllini við Tjarnir taka Føroyar móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, Montenegro.
KVF vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Føroyar vunnu mikukvøldið 24-22 (11-11) á Íslandi á útivølli. Montenegro vann á heimavølli 29-22 (17-11) á Portugal.
Montenegro hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru 7,37.
Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott úrslit fyri Føroyar eru 14,03.
Miðaloddsini upp á montenigrianskan útisigur eru 1,13, so talan er um eina stóra favorittstøðu.
HER eru oddsini:
##med2##