Ætlanin er at útbyggja eldrasambýlið í Vági

- Vit liva longri og gerast alsamt fleiri eldri borgarar. Hetta setir størri krøv til okkum sum samfelag, sigur Magnus Mørk Hjelm, formaður í sosialu- og heilsunevndini í Vágs kommunu.

Nevndin fyri Sjálvsognarstovnin Eldrasambýlið í Vági viðgjørdi hin 17. september uppskot frá formanninum í nevndini, Magnus Mørk Hjelm, um eina útbygging av verandi eldrasambýli á Stórheyggi við fleiri búplássum. 

 

Tørvurin eftir búplássum hjá okkara eldru borgarum veksur alsamt.

 

- Vit liva longri og gerast alsamt fleiri eldri borgarar, og hetta setir størri krøv til okkum sum samfelag. Vit mugu flyta okkum við og arbeiða miðvíst frameftir fyri at kunna bjóða teimum eldru best møguligar tænastur so hvørt, sum tey eldast.

 

Tað sigur Magnus Mørk Hjelm, sum eisini er formaður í sosialu- og heilsunevndini í Vágs kommunu.

 

Hann vísir á, at Vágs kommuna hevur gjørt stórar íløgur í eldraøkið, og eitt nú læt kommunan Hamragarð byggja, sum táverandi borgarstjóri fekk nógvar ákoyringar fyri.

 

- Í dag er veruleikin ein annar, og støðan hevði verið óendaliga nógv verri fyri borgarar okkara, um Hamragarður saman við tilhoyrandi eindunum og virksemi ikki varð bygdur.

 

##med2##

 

Vágs kommuna hevur eisini bygt eldrabýlið á Stórheyggi, sum við sínum heimliga og innbjóðandi byggistýli hevur veitt tryggar karmar til nógv góð fólk gjøgnum árini. 

 

Magnus Mørk Hjelm heldur, at nú er tíðin búgvin at taka næsta stigið á eldraøkinum.

 

- Hetta stig er at útbyggja eldrabýlið á Stórheyggi, soleiðis at vit sum samfelag enn betur kunna varða av okkara eldru borgarum í framtíðini.

 

Á fundi við nevndina fyri Sjálvsognarstovnin Eldrasambýlið í Vági hin 17. september varð ein útbyggingarætlan, sum formaðurin í stýrinum, Magnus Mørk Hjelm, hevur arbeitt við í longri tíð, løgd fram.

 

- Fundurin samtykti at halda á fram við ætlanunum um útbygging av eldrabýlinum, sigur Magnus Mørk Hjelm, sum fegnast um, at gongd nú er í málinum.

 

Hann leggur aftrat, at Vágs kommuna hevur fingið til uppgávu at fyrireika arbeiðið, og hann væntar, at ein liðug byggiverkætlan kann fyriliggja innan langa tíð.

 

 

 

 

 

Magnus Mørk Hjelm