Aftursvar til Miðflokkin

Spurningurin er ikki, um Løgtingið kann taka avgerðir. Tað kann tað uttan nakran iva. Spurningurin er, hvussu vit gera tað við virðing fyri teimum avtalum og tí samstarvi, sum vit sjálvi hava verið við til at skapa.

Í dag, 23. mars, hátíðarhalda vit heimsins elsta politiska økissamstarv. Hetta er dagurin, tá Helsingforssáttmálin varð undirskrivaður í 1962, eitt samstarv, sum okkara egnu fólkavaldu hava verið við til at byggja upp gjøgnum áratíggju. Norðurlandahúsið er eitt av teimum virðismiklu úrslitunum av hesum samstarvi, eitt hús, sum júst hevur feiðrað fólkaræði, sum hevur styrkt føroyskt mentanarlív og letur dyrnar upp, eisini fyri teimum, sum ofta møta afturlatnum dyr aðrastaðni.

 

Í hesum døgum síggja vit, at kjakið fær ein dám, ið kastar skuggar yvir tað, sum tað veruliga snýr seg um: at verja føroyska mentan og samleika og tryggja jøvn rættindi og virðing fyri hvørjum øðrum. Eyðvitað er hetta ikki "fremmandur politikkur í Føroyum", men bulurin undir okkara felags norðurlendska siðaarvi, eitt samstarv, sum virkar fyri, at hvør smátjóð, hvør minniluti, hvør litur í ælaboganum fær eina rødd og eitt stað at liva í friði og við rættvísi.

 

At greiða frá teimum kørmum, sum Norðurlandahúsið virkar undir, er at lýsa tær avtalur, sum vit sjálvi hava bundið okkum til. Eisini hetta ein týðandi partur av einum opnum og gjøgnumskygdum fólkaræði.

 

Norðurlandahúsið er ein opin og livandi pallur, sum er bæði rótfestur í Føroyum og samstundis bindur okkum saman við okkara tættastu grannar. At bera slíkt samstarv fram sum eina hóttan er at seta spurnartekin við tað arbeiðið, sum í áratíggju hevur verið við til at styrkja júst tað, sum vit vilja verja: føroyska mentan og samleika og jøvn rættindi og virðing fyri hvørjum øðrum.

 

Føroyskir myndugleikar hava sjálvandi bæði rætt og heimild at velja, hvagar leiðin skal ganga. Tað er kjarnin í fólkaræðinum. Spurningurin er ikki, um Løgtingið kann taka avgerðir. Tað kann tað uttan nakran iva. Spurningurin er, hvussu vit gera tað við virðing fyri teimum avtalum og tí samstarvi, sum vit sjálvi hava verið við til at skapa.

 

At draga hetta inn í eitt valstríð er tekin um, at fólkaræðið virkar, og at veljarin nú sjálvur kann ráða fyri, hvørji virði og hvørjar dygdir, hann vil stuðla.

 

Góðan Norðurlandadag!

 

 

 

Mortan Zachariassen,

 

føroyska umboðið í stýrinum fyri Norðurlandahúsið