Almennur granskingardagur um heilsu

Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya bjóðar til almennan granskingardag í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn tann 4. februar frá klokkan 13 til 16

Fróðskaparsetrið skrivar, at ein spennandi skrá verður løgd, sum vísir stóra fjølbroytnið í heilsugranskingini á Setrinum.

 

Vit fara m.a. at hoyra um stóru verkætlanina, sum Tórur Sjúrðarson, ph.d., og hansara toymi hava arbeitt allan sólarringin við hetta seinasta hálva árið, ið snýr seg um at kanna, hvussu kolesterollækkandi heilivágur ávirkar úrtøkuna av vøddavenjing.

 

Vit fáa eisini innlit í ph.d.-verkætlanina hjá Tórunn Ósá, sum kannar, hvussu tónakoddar og tónleikur kann hjálpa børnum við neuromenningarsjúku at sova betur.

 

Somuleiðis fer Eina Hansen, sum ger eina post.doc.-verkætlan, at greiða frá sínum kanningum av okkara allarelstu borgarum. Eina kannar, hvussu fólk, sum eru yvir 90 ár, hava tað og trívast.