Tað segði kinesiska uttanríkisráðið í dag sum svar uppá, at USA fleiri ferðir hevur ynskt at yvirtaka Grønland. Tað skrivar Reuters.
– Arktis snýr seg um samlaðu áhugamálini hjá altjóða samfelagnum, segði Mao Ning, talsfólk fyri uttanríkisráðið, á einum tíðindafundi.
Kinesiska uttanríkisráðið segði eisini, at USA ikki skuldi "nýta onnur lond" sum páskot fyri sínum egnu áhugamálum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at tað er neyðugt hjá USA at hava valdið á Grønlandi av trygdarávum og at forða Kina ella Russlandi í at yvirtaka landið.
/Ritzau/











