Altjóða Kvinnudagur í Virkinum á Sandi

Birita Fritleifsdóttir fer at hugleiða undir yvirskriftini "Vald í høghælaðum", og Annika Wenningsted fer at hugleiða um "Eitt betri lív"

 

Aftur í ár verður Altjóða Kvinnudagurin hátíðarhildin í Virkinum á Sandi, og tiltakið byrjar sunnukvøldið hin 8. mars klokkan 19.30.

 

Á skránni fyri hetta hugnaliga kvøld verður mangt ymiskt, bæði upplestur, hugleiðingar, sangur og lætt undirhald.

 

Hetta verður fimtu ferð, at Altjóða Kvinnudagurin verður hátíðarhildin á henda hátt í Virkinum á Sandi.

 

Úr skránni kann nevnast, at Birita Fritleifsdóttir fer at hugleiða undir yvirskriftini "Vald í høghælaðum", og Laila Carlsen fer at syngja.

 

Annika Wenningsted fer at tosa um "Eitt betri lív" við fokus á heilsu sum heild, og lætt undirhald verður við Fríðhild og Fríðbjørg.

 

Á skránni verður eisini upplestur við Bergljót av Skarði.

 

Í Virkinum verður lætt ábit og okkurt søtt, og drykkjuvørur fáast til keyps.

 

Atgongumerkir á 200 krónur fáast til keyps við dyrnar, og atgongumerkið er eisini lutaseðil til fleiri góðar vinningar.

 

- Komið við til eitt hugnaligt kvøld í Virkinum á Sandi, siga tey, sum skipa fyri kvinnutiltakinum sunnukvøldið á Altjóða Kvinnudegnum.

 

##med2##

 


 

 

 

Mangt ymiskt verður á skrá, bæði upplestur, hugleiðingar, sangur og lætt undirhald