Altjóða summarskeið um mannarættindi og fólkaræði

Annað árið á rað hevur Søgu- og samfelagsdeildin hildið altjóða skeið um fólkaræði og mannarættindi

Skeiðið hesa vikuna er fyriskipað í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Keypmannahavnar universitet og universitetið á Akureyri í Íslandi. Lesandi og undirvísarar úr øllum trimum londum hava luttikið. 

 

Summarskeið hevur verið hesa vikuna undir heitinum "Mørk fyri mannarættindum og liberalum fólkaræði". Tað er Løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, sum skipar fyri, og Nordplus og privatir stuðlar fíggja.

 

Høvuðsendamálið við skeiðinum er at viðgera kritikk, sum hevur verið borin fram um bygnað og virksemi hjá mannarættindastovnum so sum Europeiska Mannarættindadómstólinum (ECHR), og um fatanir, sum koma fram í liberalum fólkaræðum, sum siga seg byggja á somu mannarættindaprinsipp.

 

Skeiðsluttakarar hava fingið innlit í eitt úrval av tí bókmentatilfari, sum ber fram slíkan kritikk. Tí mangt slíkt kritiskt tilfar er, sum ikki hevur fingið sama vísindaliga ans sum tað tilfar, ið er meira positivt um leiklutin, ið liberal mannarættindi hava havt í demokratiskum samfeløgum.

 

Endamálið við skeiðinum er ikki viga kritikkin tyngri, men at kanna hann og grundgevingarnar fyri honum.