Amerikanskt ferðafólk er kannað positivt fyri hantavirus

17 amerikanarar, sum vóru umborð á ferðamannaskipinum við útbroti av hantavirus, eru á veg til USA við flogfari.

Eitt amerikanskt ferðafólk, sum var umborð á ferðamannaskipinum MV "Hondius", er testað positivt fyri hantavirus, og eitt annað hevur mild sjúkueyðkenni.

Tað upplýsa amerikansku heilsumyndugleikarnir, HHS, á sosiala miðlinum X.

– Eitt ferðafólk hevur í løtuni mild sjúkueyðkenni, og eitt annað ferðafólk er testað veikt positivt fyri Andes virus umvegis PCR-kanning.

Andesvirus er ein frábrigdi av hantavirusi.

Sunnumorgunin kom ferðamannaskipið til sponsku oynna Tenerife, har ein rýmingartilgongd byrjaði. Eingin staðfestur ella illgruni var um hantavirus tilburðir umborð á skipinum áðrenn rýmingina.

Tilsamans 17 amerikonsk ferðafólk frá ferðamannaskipinum eru á veg til USA við flogfari.

– Tvey av ferðafólkunum ferðast í biocontainment eindunum hjá flogfarinum sum eitt eyka trygdartiltak, skrivar HHS.

Flogfarið skal flyta ferðafólkini til ein serkønan depil á einum universitetssjúkrahúsi í amerikanska statinum Nebraska.

Ferðafólkið við mildum sjúkueyðkennum verður flutt til annað stovn, stendur í fráboðanini.

– Við komu fer hvør einstakur undir eina kliniska meting og fær hóskandi viðgerð og stuðul út frá síni støðu, skrivar HHS.

MV "Hondius" var í næstan eina viku út fyri høvuðsstaðnum í Kapverde, Praia, har tað ikki fekk loyvi at leggja at bryggju, tí tað hevði verið útbrot av hantavirus umborð.

Eitt hollendskt par og ein týsk kvinna eru deyð, síðani útbrotið byrjaði. Heimsheilsustovnurin WHO upplýsti fríggjadagin, at tað vóru seks staðfestir tilburðir av átta, sum eru undir illgruna.

Síðani varð skipað fyri, at skipið skuldi sigla til Tenerife.

Vanligastu eyðkennini fyri hantavirus eru fepur, høvuðpína, pína í ryggi, kvalma og spýggja. Hjá børnum er gongdin ofta mildari enn hjá vaksnum.

Tað er eingin serlig viðgerð fyri hantavirus. Handfaringin byggir tí á  at uppdaga smittuna tíðliga, sóttarhald og stuðulsrøkt.

Aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, segði í gjárkvøldið, at hann mælir myndugleikunum til at brúka 42 dagar av sóttarhaldi og virknum eftirliti.

 

/Ritzau/