Myndin er úr Vestmanna 7. mai í 2015, og her er stórkavagrevstur. Hetta árið doyði nógvur seyður og nógv lomb í hagum, sum høvdu nógvan kava. Í syðra parti av Føroyum stóð ikki so illa til

Soleiðis sá út 7. mai fyri 11 árum síðan

Vit skulu ansa okkum at siga, at ting ikki eru hend áður, tí rættiliga nógv av tí, vit síggja, hevur verið at sæð áður

Myndin er úr Vestmanna 7. mai í 2015, og her er stórkavagrevstur. Hetta árið doyði nógvur seyður og nógv lomb í hagum, sum høvdu nógvan kava. Í syðra parti av Føroyum stóð ikki so illa til

Hóast vit skriva 10. mai í dag, síggjast kavamyndir á sosialu miðlunum í morgun, og helst er tær flestu úr Norðoyggjum.

 

Men, eisini kring landið, har fjøllini eru høg, eru topparnir - ella ovari partur av fjøllunum - kavaklødd.

 

Veðurstova Føroya sigur, at hann verður liggjandi høgur í ættini. Hitin liggur millum eitt og seks stig, og í morgin fer hitin at liggja millum fýra og átta stig.

 

Týsdagin sigur hann meira vind, 10-15 metrar um sekundið. Tað verður samdrigið og regn - í støðum kavi, tvey til átta stig.

 

Mikudagin verður frískur vindur av norði, 8-13 metrar um sekundið, seinni 3-8 metrar um sekundið, og hitin fer at liggja millum tvey og sjey stig.

 

Hósdagin í vkuni verður umleið sama veður sum dagin fyri.

 

Myndin omanfyri er tikin í Vestmanna hin 7. mai í 2015, og her er stórkavagrevstur.

 

Hetta árið var stórt felli í seyði og lombum í nógvum hagum, sum liggja illa fyri, tá tað fer at kava, tí veðrið rakti mitt í lembingartíð. 

 

Tað var Birgir Waag Høgnesen, sum tók hesa myndina í Vestmanna hetta árið, tá neyðugt var við stórum maskinum til kavarudding.

 

Myndirnar her niðanfyri eru tiknar á Viðareiði í morgun.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

 

 

 

 

Myndin er úr Vestmanna 7. mai í 2015, og her er stórkavagrevstur. Hetta árið doyði nógvur seyður og nógv lomb í hagum, sum høvdu nógvan kava. Í syðra parti av Føroyum stóð ikki so illa til