William Skovsager hevur verið Kyndli góður í Burn mansdeildini seinnu árini, og eigur hann góðan lut í FM-gullinum í fjør, og FM-silvurinum í júst farna kappingarári.
Men nú ynskir 25 ára gamli danski vinsti bakkurin nýggjar avbjóðingar, og skiftir hann tí til Þór á Akureyri, ið spælir í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Farna kappingarár var Þór nummar níggju í deildini, og rakk akkurát ikki endaspælinum.
Hesum boðar Þór frá á Facebookvanga felagsins. Tey í Þór nevna tó ikki hvussu langan sáttmála talan er um.
Í juni í fjør longdi William Skovsager annars sáttmálan við Kyndil við tveimum kappingarárum, men tað verður so eitt kappingarár styttri enn ætlað.
Sambært Handball Statz Føroyar hevur William Skovsager trý tey undanfarnu kappingarárini skotið 485 mál fyri Kyndil í Burn mansdeildini, og 109 mál í Faxe Kondi kappingini. Hetta hevur hann framt í 86 kappingardystum fyri Kyndil. Sambært Handball Statz Føroyar hevur William Skovsager skorað upp á 75,9 prosent av sínum málmøguleikum.
Í hesum tíðarskeiðnum, har hann leikti fyri Kyndil hevði William Skovsager eisini 329 upplegg til mál (assist).
William Skovsager er upprunaliga ættaður úr Skive, ið við 20.000 íbúgvum er ein býur á stødd við Havnina. Á Akureyri búgva 19.900 fólk.
##med2##












