Deyðiligur harðskapur frá ísraelskum niðursetufólkum á Vestara Áarbakka er vorðin vanligari, sambært ST og palestinskum embætisfólkum, síðani Ísrael og USA byrjaðu kríggið móti Iran í februar. (Savnsmynd). - Mynd: Ammar Awad/Reuters

Stjórnarskifti í Ungarn kann økja um revsi­til­tøk­ini móti búsetarum

Ungarn hevur skift stjórn, og tað hevur latið upp fyri ES-revsitiltøkum móti harðligum ísraelskum búsetarum

Deyðiligur harðskapur frá ísraelskum niðursetufólkum á Vestara Áarbakka er vorðin vanligari, sambært ST og palestinskum embætisfólkum, síðani Ísrael og USA byrjaðu kríggið móti Iran í februar. (Savnsmynd). - Mynd: Ammar Awad/Reuters

Væntandi fer ES at semjast um nýggj revsitiltøk móti ísraelskum búsetarum eftir harðskap móti palestinum á Vestara Áarbakka.

Hetta ber til eftir valdsskifti í Ungarn, sum higartil hevur verið ímóti. Tað sigur uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, undan fundinum í Brússel í dag.

– Eg vænti eina politiska semju um revsitiltøk móti harðligum búsetarum. Vónandi fer tað at eydnast, sigur Kaja Kallas undan fundi millum uttanríkisráðharrarnar í ES.

Evnið er ovarlaga á skránni eftir fleiri harðskapstilburðir og niðursetuútbygging í ísraelskt hersetta partinum av Vestara áarbakka.

Ungarn hevur í nógv ár verið stýrt av Viktor Orbán, sum tapti seinasta valið, sum stórir partar av ES-londunum hava tikið væl ímóti.

Hann hevur sett veto móti at gera nakað við málið í nógv ár.

Péter Magyar vann valið í Ungarn, og hetta tykist hava slóðað fyri, at veto'ið verður broytt.

Sambært embætisfólkum, sum tíðindastovan AFP hevur tosað við, skulu fleiri felagsskapir aftanfyri búsetarar revsast.

Virkandi danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, luttekur á fundinum mánadagin vegna Danmark.

– Eg haldi, at tað er momentum, men eg haldi ikki, at tað er beint nú. Men tað er greitt, at tað er ein rørsla.

– Ungarn hevur áður blokerað fyri hesum, og tað, at ein nýggj stjórn kemur, er eitt av fleiri elementum, sum kann skapa nýggja ferð í hesum málinum, sigur Løkke á veg til fundin.

Serliga er ætlanin, at sjey ísraelsk niðursetufólk og niðursetufelagsskapir skulu vera á sanktiónslistanum hjá ES. Harumframt fer ES at seta revsitiltøk í verk móti fleiri umboðum fyri hernaðarligu palestinsku rørsluna Hamas.

Bæði embætisfólk hjá ST og palestinsku myndugleikunum hava ávarað um, at tað hevur verið ein øking í talinum av deyðiligum álopum frá niðursetufólkum á Vestara áarbakka undir ísraelska og amerikanska krígnum móti Iran, sambært AFP.

Meðan ES arbeiðir við at seta nýggj revsitiltøk í verk móti ísraelskum niðursetufólkum, er eingin semja í sambandinum um at taka fleiri stig ímóti Ísrael, eitt nú at avmarka ES-handilin við landið, skrivar AFP.

/Ritzau/