VIDEO: Síggj bjarging og mistak hjá Ara á Akureyri

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum KA-ÍBV 2-0 (1-0)

Savnsmynd: Álvur Haraldsen

Ari í Haraldsstovu Petersen vardi málið hjá ÍBV í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, og Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin fyri KA, tá seinni hálvleikur byrjaði á Greifavøllinum á Akureyri.

 

KA vann dystin ígjár - við góðari hjálp frá ÍBV - 2-0. Við fyrra málið kom Ari heldur illa úr málinum. Bólturin var spældur fyri føturnar á Hallgrími Mar Steingrímsson, ið sá, at Ari var staddur ov langt úti. Hallgrímur Mar Steingrímsson meddaði til, og bólturin fór uppum Ara og í netið til 1-0. Stutt frammanundan hevði Ari tó havt eina góða bjarging, tá hann og verjan fingu vart fyri einari vandamiklari atsókn hjá KA. 

 

Seinna málið var eitt sjálvmál Felix Örn Friðriksson hjá ÍBV gjørdi heilt móti dystarenda.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum KA-ÍBV 2-0 (1-0):

 

##med2##

 

Savnsmynd: Álvur Haraldsen