Eg var við í Breddanum hjá Kringvarp Føroya í farnu viku, har kjakast varð um ójavna, kapital og føroyska vinnu. Tíverri var møguleikin at føra míni sjónarmið fram avmarkaður, tí ynski eg at fylgja upp her.
Í sendingini varð víst á, at parturin av virðisskapanini, sum fer til arbeiðsmegi, er minkaður — frá umleið 75% niður móti 50%. Hetta varð lagt fram, sum um talan var um eina serliga føroyska gongd og nærum eitt tekin um, at nøkur fá fáa ov stóran part av virðunum.
Men hetta er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi.
Hetta er ein gongd, sum sæst stóran part av vesturheiminum, og sum nógv av heimsins fremstu búskaparfrøðingum hava greinað í nógv ár. Bæði IMF, OECD og granskarar á MIT vísa á, at orsøkin fyrst og fremst er:
* størri íløgur,
* automatisering,
* tøknilig menning,
* og har av hægri produktivitetur.
Við øðrum orðum: vinnurnar gerast meira kapitalintensivar - ella kapitaltungar. Sjálvandi skula dugnalig starvsfólk til at brúka nevndu amboð og íløgur, men stóra broytingin liggur í stóru kapitalbindingini.
Tá fyritøkur gera milliardíløgur í skip, maskinur, smoltstøðir, tøkni, AI og automatisering, so fyllir kapitalurin sjálvsagt meira í framleiðsluni enn áður. Tí fær kapitalurin eisini ein størri part av virðisskapanini.
Men tað merkir ikki, at arbeiðarin fær minni í krónum.
Tvørturímóti.
Taka vit eitt einfalt føroyskt dømi: fyri gott og væl 50 árum síðani fóru 15 mans við einum lítlum skipi undir Ísland at fiska sild. Teir fiskaðu kanska 315 tons í allari vertíðini. Í dag kunnu somu 15 mans avreiða 3.500 tons á einum og sama túri.
Hví?
Tí skipini eru nógv størri, nógv meira framkomin og úrslit av risastórum íløgum og tøkniligari menning.
Ja, manningin fær kanska ein minni prosentpart av samlaða virðinum enn fyrr. Men tann einstaki sjómaðurin tjenar samstundis nógv meira enn áður. Tað vita tey flestu, og hettar verður ofta til eina neiliga umrøðu av hesum sjómonnum.
Hetta er kjarnin í nógvari nútímans búskaparfrøði:
Arbeiðsparturin minkar lutfalsliga, meðan lønirnar kortini vaksa í absoluttum tølum.
David Autor á MIT vísir júst á hetta í nýggjari gransking um AI og automatisering: arbeiðsparturin kann minka, samstundis sum bæði lønir og produktivitetur vaksa. (Grein: Resolving the automation paradox: falling labor share, rising wages: David Autor MIT og NBER Januar 2026).
Í sendingini, tann 7/5 varð eisini nevnt dømið um ein ungan mann við Porsche-bili, sum varð knýttur at einum nótaskip. Søga varð førd fram at umboði fyri Tóðveldi.
Men veruleikin er meira samansettur.
Viðkomandi gongur á skiparaskúla, men rør hartil eisini út við egnum báti. Tað er hart arbeiði, nógv náttarbeiði, nógvir vøkutímar, skitið arbeiði við váða. Tað er ikki ein “óuppiborin vinningur”, sum dettur niður úr himli. Luttakarar í kjakinum henda dagin hava sama møguleika!
Møguligt er at keypa ein bát í bólki 5B fyri umleið eina hálva millión krónur og byrja línuveiðu ella snelluveiðu. Men tað krevur arbeiði, dirvi, klára lorta veður og sjóverk, ja vilja. Sjálvandi skal hegni til at kenna fiskileiðir, veður og vind eisini til. Eingin forðar kjakluttakaranum, henda dagin, júst henda møguleika.
Tað er eisini týdningarmikið at skilja munin millum náttúrurentu og tað, sum búskaparfrøðingar kalla intarmarginala rentu. Eitt hugtak sum eg ikki fekk loyvi at føra fram í nevnda kjaki, tí onkur helt hettar var at darva tí politiska kjakinum - altso at koma við tí, sum eg meti er skilagóð búskaparlig hugsan.
Allur vinningur í føroysku vinnuni stavar ikki frá náttúrutilfeinginum sjálvum.
Ein stórur partur stavar frá:
* effektiviteti,
* tøkniligari menning,
* góðum rakstri,
* váða,
* og ikki minst risastórum íløgum.
Tað er ein grundleggjandi misskiljing, tá stórur partur av vinninginum verður lýstur sum “rán av tilfeingi”.
Um føroyska vinnan bara hevði sitið og heintað lættan vinning úr náttúruni, so hevði hon ikki verið millum tær mest produktivu og kappingarføru vinnurnar í heiminum. Um so var, tá var tann føroyska vinnan undir miðal, men so er ikki - tvørturímóti.
Tað eru júst íløgurnar og produktiviteturin, sum hava skapað hendan vøksturin.
Ja, stór miðsavning av kapitali kann sjálvandi gera ávirkan á samfelagið og eigur altíð at verða tikin í álvara. Men Føroyar eru framvegis eitt samfelag við lutfalsliga lítlum ójavna samanborið við nógv onnur lond.
Gini-talið í Føroyum er umleið 22%, meðan tað í Danmark er umleið 32%.
Spurningurin er tí ikki bara:
“hvør eigur virðini?”
Men eisini:
* hvør hevur skapt tey,
* hvør hevur tikið váðan,
* og hvussu tryggja vit, at samfelagið eisini fær ágóðan?
Sjálvur haldi eg ikki, at loysnin er at revsa íløgur og framleiðsluna.
Vit skulu sjálvandi tryggja, at samfelagið fær ein rímiligan ágóða frá tilfeingisvinnunum. Men vit mugu samstundis varðveita tryggleikan fyri langtíðaríløgum.
Siga vit at ein fyritøka sum Bakkafrost hevur gjørt íløgur fyri umleið 19 milliardir krónur. Tá eru eisini stór krøv til avkast. Vit kunnu ikki bara hyggja at einum stórum yvirskoti uttan eisini at hyggja at samlaðu íløgunum og váðanum aftanfyri. Fyri at klára seg í altjóða kapping um kapital, til hesar risa íløgur má yvirskotið standa mát við íløgurnar. Siga vit at kapitalurin skal renta 10% so svara hettar til 1,9 milliard.
Um vit gera karmarnar ov ótryggar, steðga íløgurnar.
Og uttan íløgur fáa vit:
* ongan produktivitetsvøkstur,
* ongan lønarvøkstur,
* og minni vælferð.
Tí haldi eg, at avbjóðingin ikki er at steðga kapitali og íløgum — men at finna eina javnvág, har bæði vinnan og samfelagið vinna uppá menningina.
Tað krevur eitt sakligt og væl grundað kjak. Og tað kjakið eigur at byggja á veruleikan — ikki á ov einfaldar frágreiðingar.
Breddin í Kringvarpinum helt fram í somu viku við at seta spurningar um vinnuna og loyvir. Eg havi tí sett saman eitt annað lesarabræv. Her verður spurningurin, um alivinnan er ein framleiðsluvinna ella tilfeingsvinna umrøddur. Hesin spurningur er avgerandi fyri, hvussu vit eiga at skatta hesa vinnu, soleiðis framtíðar búskaparvøkstur verður tryggjaður til frama fyri okkum, ið her búgva.
At enda kann eg leggja afturat, at nógv av teimum, sum í dag hava bygt stór virki upp, og familjur teirra, hava mangan sitið í trongum korum og sett alt í veð. Tey hava livað við stórum váða og við vandanum fyri at missa bæði hús og heim.
Vit mugu eisini minnast til, at nógv mistu nógv — og summi mistu alt. Vit eru farin frá umleið 60 alibrúkum niður í bert fá stór feløg. Tað merkir, at nógv teirra, sum valdu at satsa, ikki komu á mál, tey mistu.
Tí haldi eg, at tað er harmiligt, tá tosað verður, sum um tey, ið eru eftir í dag, hava fingið alt upp í hendurnar uttan stríð og váða. Veruleikin er nógv meira samansettur, og eg veit, at nógv kenna seg særd av slíkum frásagnum.











