Amerikanska flutningsflogfarið er av slagnum, Boeing C-17A, og hetta er eitt hernaðarflogfar, sum flýgur við farni.
Flogfarið fór úr Riga í Lettlandi við kós eysturyvir í morgun, og ein stóran tíma seinni lendi flogfarið í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Tað vísa skrásetingar hjá Flightradar24.
Eitt talsfólk hjá russisku forsetaskrivstovuni sigur seg ongar upplýsingar hava um óvanligu flogferðina, veit Reuters at siga.
Hernaðarliga flutningsflogfarið kom sambært Flightradar24. av Andrews-flogstøðini nærindis Washington til Riga hin 23. august.
Sagt verður, at støðin ofta verður brúkt, tá stjórnarlimir ferðast úr amerikanska høvuðsstaðnum.
Reuters veit at siga, at seinast, eitt amerikanskt flogfar fleyg úr Evropa til Russlands, var í januar, tá serligi sendimaðurin, Steve Witkoff, hitti russiska forsetan.
Við á ferðini og í samráðingum við russiska forsetan var eisini versonur amerikanska forsetans, Donald Trumps, sum kallast Jared Kushner.










