Bátur sakk við Slættanes

Beint fyri klokkan 15 í gjár fekk løgreglan fráboðan um ein bát, sum var um at søkka uttan fyri Slættanes.

Tveir persónar vóru umborð. Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at báturin fór knappliga at taka nógvan sjógv inn og sakk stutta løtu seinni.

 

Ein annar bátur var tó nærindis og fekk báðar menninar umborð, áðrenn báturin sakk. Teir komu síðani til lands í øllum góðum.