VIDEO: Soleiðis tapti Füchse Berlin fyri Magdeburg

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum SC Magdeburg-Füchse Berlin 38-31 (20-15)

Verandi týsku meistararnir, SC Magdeburg og verandi steypavinnararnir, Füchse Berlin við Hákun West av Teigum á liðnum spældu leygarkvøldið stórsteypadyst - Super Cup - í SAP Garden høllini í München.Magdeburg vann dystin greitt 38-31. Í steðginum var Magdeburg á odda 20-15.

 

Hákun stóð seg tó væl. Hann skoraði sjey mál upp á átta málroyndir.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt upp á meir enn átta minuttir frá dystinum. Nøkur mál hjá Hákuni (nummar 34) síggjast eisini í samandráttinum:

 

##med2##