– Eg haldi, at í einum kríggi sum hesum er eitt val ein øgiliga stórur váði. Eitt val beint nú hevði verið ein tsunami fyri landið, sum hevði syndrað Ukraina, segði Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundi í dag sambært AFP.
Útsøgnin kemur eftir, at fyrrverandi verjumálaráðharrin Mykhajlo Fedorov týsdagin mælti til, at ukrainar skulu sleppa á val, hóast kríggið framvegis leikar á.
– Fólkaræðið kann ikki haldast sum gísli hjá Russlandi, segði Fedorov.
Hann heldur, at Ukraina má finna eina lógliga, trygga og realistiska skipan, sum ger tað møguligt at fáa fullu fólkaræðisligu tilgongdina í gongd aftur, hóast kríggið kann gerast drúgt.
Zelenskyj fanst í dag eisini at fyrrverandi verjumálaráðharranum.
– Eg haldi, at hann sjálvur er á veg í skeiva kós, ella at onkur trýstir hann tann vegin, segði Zelenskyj sambært AFP.
35 ára gamli Fedorov var leingi ein tættur samstarvsfelagi hjá Zelenskyj, men í juli varð hann koyrdur frá sum verjumálaráðharri. Tá hevði hann bara sitið í sessinum í seks mánaðir.
Avgerðin elvdi til stór mótmæli fleiri staðni í Ukraina.
Útsøgnin hjá Fedorov var fyrstu ferð síðani russisku innrásina í 2022, at ein týðandi ukrainskur politikari alment hevur kravt, at val verður hildið undir krígnum.
Ukrainsk lóggáva loyvir ikki vali, meðan krígsstøða er í landinum.
Sambært AFP vísa serfrøðingar eisini á fleiri stórar praktiskar trupulleikar. Millum annað er ógreitt, hvussu hermenn við hermótið, milliónir av ukrainum, sum eru flýddir av landinum, og fólk í russiskt hersettum økjum skulu sleppa at greiða atkvøðu.
Harumframt er vandi fyri russiskari misinformatión og royndum at ávirka eitt møguligt val.
/Ritzau/











