Í Hesti eru í dag bara 17 fastbúgvandi. Samstundis vísir ein uppteljing hjá in.fo á almenna kortinum hjá Føroyakort, at 38 bygningar í bygdini eru skrásettir sum býli.
Tað svarar til meira enn tvey býli fyri hvønn fastbúgvandi í Hesti.
Kortini kann Tórshavnar kommuna nú fara undir at gera fleiri grundstykki í bygdini.
Kommunan boðaði fríggjadagin frá, at hon kannar áhugan millum fólk fyri at byggja sær sethús ella frítíðarhús í Hesti.
Talan er um eitt øki á góðar 3.200 fermetrar í sunnara enda av bygdini. Ætlanin er at stykkja økið út í smærri grundstykki, um nóg stórur áhugi vísir seg at vera.
Enn er eingin ítøkilig verkætlan gjørd. Tí er heldur ikki avgjørt, hvussu stór grundstykkini verða, hvat tey fara at kosta, nær tey kunnu verða klár ella hvørjar treytirnar verða.
Kommunan vil fyrst vita, um grundarlag er fyri at arbeiða víðari við ætlanini.
Áhugakanningin fevnir bæði um fólk, sum vilja byggja sethús og seta búgv í Hesti, og fólk, sum vilja byggja frítíðarhús.
Freistin at boða kommununi frá áhuga er 17. september klokkan 12.
Fólkatalið nógv minkað
Tað sermerkta við ætlanini er, at Hestur longu hevur nógv hús í mun til fólkatalið.
Uppteljingin hjá in.fo vísir 38 bygningar, sum á Føroyakort eru skrásettir sum býli. Við 17 fastbúgvandi svarar tað til 2,2 býli fyri hvønn íbúgva.
Tað merkir tó ikki, at 21 hús ella fleiri standa tóm. Fleiri hús kunnu verða nýtt sum summarhús ella frítíðarbústaðir av fólki, sum hava fastan bústað aðrastaðni.
Fólkatalið í Hesti er minkað nógv seinastu áratíggjuni. Fyri 30 árum síðani búðu oman fyri 50 fólk í bygdini. Nú er fólkatalið komið niður á 17.
Tað verður tí áhugavert at síggja, um nýggja kommunala útstykkingin kann fáa fleiri fólk at seta búgv í Hesti – ella um áhugin fyrst og fremst verður fyri fleiri frítíðarhúsum.
##med2##
##med3##
##med4##














